Ítróttarstubbar uttan úr heimi

Svenskur landsliðsleikari til Tottenham
Enska felagið Tottenham keypti mánadagin svenski landsliðsleikaran Christian Wilhelmsson frá belgiska Anderlecht. Tottenham rindar Anderlecht umleið 30 milliónir krónur fyri svenska vongspælaran.

Allan Simonsen farin frá
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari Allan Simonsen er farin frá sum venjari hjá Luxembourg.
Hetta upplýsti fótbóltssambandið í Luxembourg fríggjadagin. Allan Simonsen hevði annars hálvtannað ár eftir av sáttmálanum hjá sær, men nú eru partarnir blivnir samdir um, at samstarvið teirra millum er komið at enda.
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Luxembourg undir leiðslu av Allan Simonsen.

Nýggjur áleypari á veg til FCK
Danska Ekstrablaðið vil vera við, at álopsspælarin hjá AaB, David Nielsen, fríggjadagin var á fundi við leiðsluna í felagnum FC Keypmannahavn.
David Nielsen hevur áður spælt fyri FCK, og nú sigst leiðslan í felagnum vilja hava hann aftur at spæla fyri teir.
? Tað passar, at eg var í Parkini herfyri, men eg var bara inni á gólvinum og heilsaði upp á fólk, sum eg kenni har, sigur 27 ára gamli David Nielsen við Ekstrablaðið.

Eingin er betur enn Chelsea
Chelsea-venjarin Jose Mourinho er fullur av sjálvsáliti bæði viðvíkjandi sær sjálvum og viðvíkjandi liðnum hjá sær. Tískil hevur hann ikki ilt við at melda út, hvat hann væntar sær av kappingini í Premier League í ár.
- Eg rokni við, at vit fáa 90 stig í ár, og eg trúgvi uppá tað. Eg havi stórt álit á, at vit vinna Premier League, og vit noyðast ikki at hugsa um, hvussu hini liðini spæla. Tey hava eina nógv truplari uppgávu, tí tey verða noydd til at lurta eftir útvarpinum og vóna, at tey hoyra, at vit missa stig, sigur portugisiski venjarin.
Spurdur, hvat kann steðga Chelsea, sigur Mourinho: - Tað er bert eitt lið, ið er betri enn vit, sum kann steðga okkum, og í løtuni er eingin betur enn vit, sigur venjarin hjá enska oddaliðnum Chelsea.