Ítróttarstjórin hjá Liverpool farin frá

Maðurin, ið keypti menn sum Andy Carroll, Jordan Henderson, Luis Suarez og Stewart Downing til Liverpool er farin frá sum ítróttarstjóri.

 

Fraklendingurin Damien Comolli er ikki ókendur í enskum fótbólti og var millum annað eisini ítróttarstjóri í Tottenham. Seint í 2010 varð hann settur í starv sum ítróttarstjóri í Liverpool og fekk ábyrgdina av keyp og sølu av leikarum. Hann skuldi taka tær avgerðirnar saman við venjarinum, Kenny Dalglish.

 

- Eg eri glaður fyri at hava fingið møguleikan fyri at arbeiðia við Liverpool. Eg havi ikki trupulleikar við at flyta meg víðari og fari aftur Fraklands orsaka av familjuni, sigur Damien Comolli við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

Damien Comolli var við til at keypa Luis Suarez, Andy Carroll, Jordan Henderson, Charlie Adam, Stewart Downing, Alexander Doni, Jose Enrique, Sebastian Coates og Craig Bellamy til felagið fyri yvir eina milliard krónur. Serliga menn sum Andy Carroll(305 milliónir krónur), Jordan Henerson(135 milliónir krónur) og Stewart Downing(180 milliónir krónur) hava ikki liva upp til prísskiltið og vónirnar hjá felagnum.

 

Liverpool liggur í løtuni nummar átta í Premier League. Málið undan kappingarbyrjan var enda millum fýra tey fremstu.