Ítróttarhøllin í Kollafirði: Fangað í politiskum spæli

ÍTRÓTTARHØLL: Arbeiðið uppá eina nýggja ítróttarhøll í Kollafirði hevur staðið stilt síðani ársskiftið. Íløgukarmarnir hjá Tórshavnar Býráð eru eftir øllum at døma vorðnir ov trongir. Kollfirðingar eru ørkymlaðir um støðuna

 

Tað var fyri góðum tveimum árum síðani, at kollfirðingar kundu fara at gleða seg til eina nýggja stásiliga ítróttarhøll. Síðani tá er Kollafjørður farin upp í Tórshavnar Kommunu.

 

Arbeiðið fór fram við rúkandi ferð til seinasta ársskiftið. Síðani tá hevur einki arbeiðið verið gjørt. Arbeiðið at spreingja er sum skilst mest sum liðugt, so tað einasta kollfirðingar í dag hava møguleikan at síggja er eitt stórt næstan slætt grúsøki, har tað fyrr var bøur.

 

Kollfirðingar kenna seg ørkymlaðar av støðuni. Skúlastjórin í Kollafirði, Karin Hammer, sigur seg ikki vita nakað um lagnuna hjá komandi ítróttarhøllini í kollafirði.

 

Skúli og høll

 

Upprunarliga ætlanin var at byggja eina ítróttarhøll, og síðani skuldi skúlin hýsa nøkrum serstovum í kjallaranum. Tað var ongantíð ásettur nakar dagur sum høllin skuldi verið liðug. Eftir hvat skilst á tí upprunaligu bygginevndini, so var gekk verkætlanin í sínari tíð út uppá, at ítróttarhøll og kjallari við umklæðingarrúmi og einari smíðstovu skuldi gerast. Kjallarin skuldi verið liðugt stoyptur, soleiðis at klárt var at innrætta hann til skúlabrúk.

 

Hans Jacob Simonsen, sum var formaður í upprunaligu bygginevndini fyri høllina, sigur, at kostnaðurin varð mettur at liggja um einar 20 mill. fyri upprunaligu verkætlanina, og samlaði kostnaðurin, tá allur kjallarin var innrættaður skuldi vera 30 mill. Eftir hvat Sosialurin skilir, so hevur verið kjakast aftur og fram um, í hvussu stóran mun skúlin í Kollafirði skal húsast í nýggju ítróttarhøllini. Verkætlanin er nú yvirtikin av Tórshavnar Býráð, men býráðið í høvuðsstaðnum hevur tó verið við í verkætlanini frá byrjan.

 

Jákup Suni Joensen, býráðslimur, sigur, at tey tøl sum býráðið hevur fingið at arbeiða liggja væl oman fyri tey upprunaligu tølini millum 20 og 30 milliónir. Jákup Suni Joensen sigur víðari, at tað verður trupult at gera eina sovorðna høll innan fyri verandi íløgukarmar. Eisini er tað ein spurningur um raðfesting av íløgum, sigur Jákup Suni Joensen.

 

Nýggj bygginevnd

 

Hans Jacob Simonsen, formaður í upprunaligu bygginevndini, heldur tað vera løgið, at kostnaðarmetingar eru farnar so nógv upp seinastu tíðina. Hans Jacob Simonsen vísir á, at tann komandi ítróttarhøllin í Hoyvík verður mett at skula koma at kosta einar 7-8 milliónir. Hóast verkætlanin í Kollafirði er nakað størri, so heldur Hans Jacob Simonsen ikki, at tað er nakað høpi í teimum metingunum, sum hava ligið um hálvthundrað milliónir.

 

Hans Jacob Simonsen sigur seg bert kunnu ásanna, at arbeiðið upp á ítróttarhøllina hevur ligið stilt síðani ársskiftið, og lagnan hjá ítróttarhøllini verður avgjørd í einum politiskum spæli. Bólturin liggur hjá Tórshavnar Býráð, sigur Hans Jacob Simonsen, samstundis sum hann vísir á, at ein greið kostnaðarmeting fyriliggur frá einum byggifelag.

 

Gunnleyg Durhuus, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, sigur, at tað er rætt, at arbeiðið er steðgað upp. Orsøkin til hetta hevur serliga við íløgukarmarnar hjá kommununi at gera. Hon sigur víðari, at býráðið leingi hevur havt málið liggjandi, og ætlanin er at seta eina nýggja bygginevnd, sum skal endurskoða verkætlanina.

 

Málið hoyrir undir mentamálanevndina hjá Tórshavnar býráð, og eigur henda nevnd at koma við einum tilmæli. Henda nýggja bygginevnd skuldi, sambært Gunnleyg Durhuus, havt verið sett áðrenn summarfrítíðina, men verður væntandi sett í august. Enn er ov tíðliga at siga, hvør kemur at manna nevndina, umframt at tað ikki heilt ber til at siga, hvønn arbeiðssetning nevndin fær at virka undir.

 

Tað verður so eftir øllum at døma ein komandi bygginevndin, sum í fyrstu atløgu sleppur at avgera, nær kollfirðingar sleppa at spæla sær í nýggju ítróttarhøllini.