Ítróttarfjepparar kappast á Cippo

Kapping

Pool, airhockey og borðfótbóltur eru allar tríggjar ítróttargreinar, sum ítróttarfjepparum plagar at takast við, tá kappast skal innandura.
Í londunum kring okkum hevur í fleiri ár verið gjørt heilt nógv við slíkar kappingar, og nú verður so eisini skipað fyri slíkari kapping í Havn.
Tað er ítróttarcaféin, Cippo, sum skipar fyri kappingini. Kappast verður hvørt hóskvøld, og fara vinnararnir hvørt kvøldið víðari til endaligur finaluna. Og tað er altso í hesari, at til ber at vinna ferð til Champions League finaluna.
Hartil ber eisini til at vinna gávur frá Føroya Bjór, Heineken og Sports Master.