Teir sum stovnaðu felagið vóru: Jógvan Nicodemussen, Niels J. Petersen (á Reynatúgvu), Jóan Petur Hentze (undir Skarði), Ragnar Fossdalsá og Klæmint Nicodemussen.
Felagið gjørdist limur í ÍSF beinanvegin og spældu teir undir navninum Sand. Men av tí at leikararnir komu aðrastaðni frá enn heiman av Sandi, varð avgjørt at skifta navn til B71. So kundu øll kenna seg eins væl heima í felagnum.
Fyrsti sigurin hjá B71 varð vunnin í steypakappingini í Vági móti VB í 1971.
Nevndarlimir í B71 í dag eru: Ragnar Fossdalsá, Jonhard Johannesen, Brandur Sandoy, Hans Falkvard Hansen og Eli Hentze, sum er formaður í felagnum.
Nýggjársdag nýtti felagið høvið at takka stovnarum felagsins við eini lítlari gávu.
Av teimum fimm stovnarunum vóru tríggir møttir: Jóan Petur Hentze, Ragnar Fossdalsá og Klæmint Nicodemussen. Jógvan Nicodemussen hevði forfall, og Niels Jacob Petersen andaðist í 1983, bert 31 ára gamal.
Formaður felagsins, Eli Hentze, handaði gávurnar og segði nøkur orð. Hann segði m.a. "vit eiga at takka stovnarunum fyri, at teir løgdu lunnar undir B71 og hava givið øllum áhugaðum møguleika at luttaka í heimsins besta spæli ? fótbóltsspælinum".
Karl Vidtfeldt, ein av hollastu stuðlum felagsins á so nógvum økjum, hevði eisini orðið. Hann hugleiddi um hesi 35 árini, ið hann sjálvur hevði verið aktivur partur av. Hann var eisini á stovningarfundinum í 1970. Karl hevur í drúgva tíð verið leikari, nevndarlimur, formaður, venjari, dómari, leiðari o.a. í B71. Hann varð fyrstu ferð valdur í nevndina í 1974 og gjørdist formaður, bert 15 ára gamal. Hann var formaður til 1996. Síðan 1994 hevur hann verið nevndarlimur í FSF.