Leygardagin millum klokkan 10 og 14 fer Kyndil at hava stórt ítróttartiltak fyri børn. Hetta verður rópt Ítróttardagur Kyndils, og er ætlanin, at Gundadalshøllin, Høllin á Nabb og Badmintonhøllin allar skulu takast í nýtslu til tiltakið.
Her fáa børn høvi til at taka lut í bóltspølum av ymsum slag saman við fyrstudeildarliðunum hjá Kyndli.
Eftir hetta verður eisini talan um undirhald, har James Olsen og Kim Hansen fara syngja saman við børnunum, umframt at búktalari eisini fer at undirhalda.
Tiltakið er ókeypis hjá luttakarunum, sum einans skulu hava venjingarklæði við sær tá tey koma.









