Ítróttarbreyt á venjingarlegu

Fyri fyrstu ferð hevur ein føroyskur miðnámsskúli eina serliga ítróttarbreyt

Tað er Handilsskúlin á Kambsdali, sum í hesum skúlaárinum hevur eitt serligt tilboð til ungar fótbóltsspælarar, sum vilja gera nakað eyka við fótbóltin, samstundis sum teir taka eina útbúgving. 15 næmingar ganga á Ítróttarbreytini á Kambsdali, og tey eru í hesum døgum á venjingarlegu í Aalborg. Tey búgva á AaB College og fylgja dagligu gongdini har. Onkrar morgnar venja næmingarnir saman við hinum næmingunum á AaB College, men føroysku næmingarnir hava eisini sínar egnu venjingar. Føroysku næmingarnir verða í Aalborg til mánadagin, tá ið tey flúgva heimaftur til Føroya.