– Í roynd og veru snýr tað seg um at bjarga ítróttinum undan einum hóttafalli, sum tekur langa tíð at byggja uppaftur. Føroyskur ítróttur er í løtuni í vanda fyri at verða sligin eini 30-40http://umsiting.in.fo/ ár aftur í tíðina, um politikarar ikki taka støðuna í álvara, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF í tíðindaskrivi.
Tær 8-10 milliónir krónurnar í mistum inntøkum, eru tøl, sum ÍSF er komið til eftir at hava savnað tøl inn frá føroyskum ítróttafeløgum.
– Politiski myndugleikin eigur beinanvegin at virðismeta føroyskan ítrótt við einari serstakari stuðulsskipan undir koronakreppuni, sigur starvsnevndin hjá ÍSF í tíðindaskrivi.
– Tað er ein stór hjálp, at løntir leikarar og venjarar hava rætt til pengar úr serligu covid19-skipanini hjá ALS, men tað munar alt ov lítið. Um politiski myndugleikin vil ítróttinum væl, so verður ein stuðulskipan sett í verk, sum endurrindar mistar inntøkur og fastar útreiðslur hjá føroyskum ítróttafeløgum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
ÍSF-forsetin vísir á, at fleiri lond hava gjørt serstakar hjálparpakkar til ítróttin. Eitt nú hava bæði Svøríki og Noreg veitt ítróttinum og frítíðarvirkseminum 100-tals milliónir krónur í stuðli.
– Eg rokni við, at øll á ein ella annan hátt sakna ítróttin. Tað er nú, hann er lagdur lamin, at vit síggja veruliga virðið, ítrótturin hevur fyri føroyska samfelagið, ikki minst fyri trivnaðin og fólkaheilsuna – serstakliga hjá børnum og ungum, sigur ÍSF-forsetin í tíðindaskrivinum.