Í kvøld verður árligi Ítróttafagnaðurin, sum Ítróttasamband Føroya skipar fyri. Endamálið við tiltakinum er at heiðra ítróttafólk, sjálvboðin hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, sum virka í føroyska ítróttaheiminum innan ítróttafeløg og sambond.
Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl.19.30, og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Tey tilnevndu
Ítróttanavnið:
Vár Eidesgaard, svimjing
Sverri S. Nielsen, rógving
Jóan Símun Edmundsson, fótbóltur
Ítróttastjørnuskotið:
Samuel Johansen Chukwudi, fótbóltur
Hákun West av Teigum, hondbóltur
Astrið Nanly Breckmann, fimleikur
Ítróttafelagsskapurin:
Klaksvíkar Ítróttafelag
Hondbóltssamband Føroya
Kurvabóltur í Føroyum
Ítróttaátakið:
Fimleikur fyri øll
Skúlafótbólturin
Faroe Islands Handball Cup
Ítróttafyrimyndin:
Guðrið K. Augustinussen, hondbóltur
Per Mikkelsen, fótbóltur
Malvinus í Gong, judo
Heiðursskjal Poul E. Petersen:
Eingin tilnevndur - ein verður útnevndur.











