Russiska løgreglan sigur nú, at hon er í ferð við at leggja seinastu hond á kanningarnar, sum vórðu settar í verk, tá tíðindakvinnan Anna Politkovskaja varð funnin myrd uttan fyri íbúð sína í Moksva tann 7. oktobur í 2006.
Sagt verður, at ákæruvaldið hevur skuldsett trý fólk í sambandi við morðið, men ákæruvaldið viðgongur, at drápsmaðurin sjálvur er ikki tikin enn. Umframt tey trý skuldsettu er ein fyrrverandi embætismaður í teimum loyniligu tænastunum skuldsettur fyri at hava misbrúkt sítt embæti í sambandi við drápsmálið.
Anna Politkovskaja var kend fyri sínar atfinningarsomu blaðgreinar um eitt nú kríggið í Kekenia, og tann vanliga uppfatanin er, at morðið hevði samband við hennara arbeiði.