Trý tey fyrstu útlendsku nøvnini á G!

G! Festival kunngerð í morgun trý tey fyrstu útlendsku nøvnini á G!.?

 

Talan er um donsku Nephew, svensku Alina Devecerski og donsku Reptile Youth.??

 

Eingin útlendskur bólkur hevur spælt so ofta á G!, sum Nephew. ?Jón Tyril, fyriskiparin, sigur, at Nephew hava havt eitt serligt pláss á G!, tí teir

 

hava staðið fyri nøkrum av minniligastu konsertunum yvirhøvur.

 

Svenska Alina Devecerski er poppsangarinna og sangskrivari, sum gjørdust kend av álvara fyrr í ár.

 

Alina hevur spælt ein hóp av konsertum síðani og gav fyrstu fløguna, Maraton, út hin 19. november í ár. Hon er tilnevnd tvær svenskar P3 Guld heiðurslønir.

 

Triði bólkurin, sum G! kunngerð á hesum sinni, er danski post pop/punkbólkurin Reptile Youth, sum fyrst bleiv kendur fyri sínar framførslur.

 

Teir luttóku á stórum festivalum og spælistøðum og í ár hevur bólkurin so givið út fyrstu fløguna, ið kallast ”Reptile Youth”.

 

Reptile Youth hava góðan byrð uttan fyri DK í løtuni. Teirra vørumerki er orkukrevjandi framførslur, sum øsa fólk upp í skúm.

 

Hoyr løg hjá teimum niðanfyri.