Trý tey fremstu eiga heimavøll

Fjórða umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin

Tvey lið hava vunnið fulla úrtøku burtur úr trimum teimum fyrstu umførunum. Tað eru EB/Streymur og næstbesta liðið hjá NSÍ. Felags fyri hesi bæði er eisini, at tey seinnapartin eiga heimavøll.

 

EB/Streymur hevur tvær tær síðstu ferðirnar vunnið á útivølli – 7-1 á Sandi og 2-0 í Leirvík. Í dag fer slagið at standa við Margáir, har Giza/Hoyvík verður gestur. Eftir sigrar í tveimum teimum fyrstu umførunum tapti Giza/Hoyvík sunnudagin 2-0 í Runavík.

 

Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni hjá NSÍ. Í dag verður avbjóðingin ein av teimum størstu, tí teir gulu og svørtu skulu spæla í Sørvági. 07 Vestur Hetta er triðja ferðin á rað, at 07 Vestur eigur heimavøll. Eftir 2-2 ímóti FC Suðuroy fyri tveimum vikum síðani var úrslitið fyri viku síðani 3-1 sigur á AB.

 

 

FC Suðuroy er á triðja plássi, og teir næstbestu hjá Ví9kingi eru á veg suður at spæla á Vágseiði í dag. Víkingur er eitt av trimum liðum, sum einki hevur fingið burtur úr trimum teimum fyrstu dystunum.

 

Eitt annað lið, sum onga úrtøku hevur vunnið higartil, er HB. Næstbesta HB liðið fer seinnapartin til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ, sum fyri viku síðani vann fyrstu stigini á heimavølli ímóti B71.

 

Triðja liðið, sum onga úrtøku hevur vunnið higartil, er B71, sum í dag skal royna seg á Argjum. AB hevur higartil vunnið trý stig. Tað var við 3-2 heimasigri á KÍ, sum síðsta leygardag vann 3-1 á B71.

 

KÍ-HB: Jan á Líðarenda kl. 15.00

NSÍ-07 Vestur: Petur Reinert kl. 15.00

EB/Streymur-Giza/Hyvík: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

AB-B71: Bjarki Danielsen kl. 14.30

FC Suðuroy-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 13.15

 

Støðan undan fjórða umfari

EB/Streymur 9

NSÍ 9

FC Suðuroy 7

07 Vestur 7

Giza/Hioyvík 6

KÍ 3

AB 3

HB 0

Víkingur 0

B71 0