Trætan um Krúnborg endað í sátt og semju

Í gjáramorgunin vórðu tey síðstu pappírini avgreidd og seinnapartin skuldi hon loysa frá landi í Noregi. Nýggja Krúnborg verður í Føroyum fríggjadagin

Tað er sagt so oftani hesar seinastu vikurnar- uttan at tað er blivið til nakað.

Men nú kann tað sigast við vissu:

Nýggja Krúnborg er á veg til Føroyar.

Ejler Jacobsen, reiðari í Havn, og leiðslan á norsku skipasmiðjuni Vestcon í Ølensvåg í Noregi, hava nú loksins gjørt semju í trætuni um Krúnborg.

Og í gjáramorgunin var seinasta hond løgd á alt pappírsarbeiðið, sum skuldi fáast frá hondini í sambandi við yvirtøkuna.

Men tað vóru ikki pappírini, ímillum Ejler Jacobsen og Skipasmiðjuna sum skuldi avgreiðast, tí tey vórðu longu avgreitt í fyrradagin.

Tað, sum skuldi undirskrivast í gjár, vóru tey seinastu bankaskjølini í sambandi við sjálva fíggingina.

Ejler Jacobsen sigur, at teir ætlaðu at sleppa úr Ølensvåg í midnátt týskvøldið, men pappírini blivu ikki liðug.

Men í gjáramorgunin varð alt avgreitt og seinnapartin skuldi Krúnborg loysa frá landið so seta kósina ímóti Føroyum.

Og hesuferð skuldi tað so verið púra vist....


Seinkað fleiri viku

Hendan trætan, sum tók seg upp ímillum Ejler Jacobsen og norsku skipðasmiðjuna, hevur annars seinkað nýggju Krúnborg í fleiri vikur.

Hon varð doypt longu 30. oktober og nakrar dagar seinni skuldi hon koma.

Men onki hendi. Og síðani skuldi hon koma vikuna eftir.

Tá ið framvegis onki hendi, kom undan kavi, at ósemja hevði tikið seg upp ímillum Ejler Jacobsen og norsku skipasmiðjuna um yvirtøkuna av nýggju Krúnborg.

Avtalan imillum partarnar var, at norska skipasmiðjan skuldi yvirtaka gomlu Krúnborg fyri 20 milliónir og tað skuldi vera parturin hjá Ejler Jacobsen av eginpengunum í nýggju Krúnborg.

Tilsamans er eginpeningurin í nýggju Krúnborg 30 milliónir

Annars eigur norska felagið Vik Sandvik 10 milliónir í nýggju Krúnborg, tað svarar til 33%.

Avtalan var, at gamla Krúnborg skuldi hava full klassapappír, tá ið norska skipasmiðjan yvirtók hana.

Og tað hevði hon.

Men tá ið yvirtøkudagurin nærkaðist, kom undan kavi, at norska skipasmiðjan var kortini ikki nøgd við gomlu Krúnborg.

Teir søgdu, at hon hevði ymisk brek, sum gjørdu, at teir kundu ikki góðtaka hana, sum hon var. Og teir vildu hava Ejler Jacobsen at rinda tað, sum hesar ábøturnar kostaðu.

Men lagt varð afturat, at talan var ikki um heilt álvarlsig brek. Teir vildu kortini ikki lata nýggju Krúnborg loysa, fyrrenn semja var fingin í lag um gomlu Krúnborg.

Síðani hevur verið tingast aftur og fram ímillum partarnar. Og eitt skifti varð upp á tal, at Ejler Jacobsen skuldi veita norsku skipasmipðjuni trygd fyri pengunum, so at nýggja Krúnborg kundi sleppa til Føroyar - og ikki minst til fiskiskap, inntil ein endalig semja varð fingin ílag.

Men í fyrradagin loysnaði knúturin, soleiðis at endalig semja fekst ílag ímillum partarnar.

Og í stuttum gongur semjan út uppá, at partarnir hava slakað eitt sindur hvør í sinum lagi.

Tvs, at Ejler Jacobsen hevur góðtikið at rindar fyri nakrar ábøtur á gomlu Krúnborg.

Sjálvur vil hann ikki siga, hvussu nógv hetta fer at kosta honum. Men talan er ikki um so stóra upphædd, sigur hann.Nú er hann bara fegin um, at knúturin loysnaði.

Og hann hevur sagt fyri Sosialinum, at hóast nýggja Krúnborg nú er nógv seinkað, fer hann ikki at leggja endurgjaldskrav ímóti norsku skipasmiðjuni fyri mista inntøku av tí, sum hon kundi havt fiskað hesa tíðina.

Ní vil hann bara hava hetta málið lagt afturum.

Semjan ber so í sær, at Krúnborg slapp at loysa úr Noregi í gjár og er nú á veg til Føroyar.

Tá ið óemjan tók seg upp, var vónbrotið hjá Ejler Jacobsen so stórt, at hann rýmdi til Danmarkar undan øllum.

Men nú er hann aftur í Noregi og ætlar sær heim við nýggju krúnborg.

Ætlanin er ikki at koma til Føroyar um náttina, so teir slaka av fyri at teir kunnu leggja at bryggju í Havn í fullum dagsljósi fríggjadagin.