Neistin-StÍF 26-31 (12-15)
Tað, sum líktist einum tryggum finaluplássi, er als ikki longur so trygt hjá Neistanum.
Í dag kundi liðið við einum sigri móti StÍF veruliga staðfesta sína støðu, men hetta eydnaðist als ikki.
Og hevði Neistin ikki havt Jacob Larsen í málinum, kundi støðan enntá verið nógv verri.
Stóri danin hevði nevnliga fleiri framúr bjargingar, men tað var ikki nóg mikið til at halda StÍF, sum veruliga vildi prógva, at finalutapið seinasta vikuskifti var eitt mistak.
Longu í løtunum kring steðgin skrædnaði, og eftir tað hevði StÍF ongan tíð trupulleikar við at koyra sigurin heim.
Besti málskjúttin hjá Neistanum var Karl Herup Olsen við 7 málum. Tað sama gjørdi Sveinur Justinussen fyri StÍF.










