Trý stig í Riga

Við frálíkum 2-0-sigri ímóti Lettlandi er landslið okkara framvegis ósigrað í HM-undankappingini.

Eftir 0-0 ímóti Ungarn í fyrsta HM-undankappingardystinum skuldi Føroyar í kvøld royna seg í Riga, har Lettland, sum einans vann 1-0 ímóti Andorra í sínum fyrsta dysti, tók ímóti.

 

Jónas Tór Næs sendi alt fyri eitt fyrsta ávaringarskotið avstað í hesum fyrra hálvleikinum, har Føroyar stóð fyri tí betra spælinum og eisini javnan var á vitjan í lettiska brotsteiginum. Tað var púra uppiborið, at Føroyar legði seg á odda 1-0 í 19. Minutti. Tað var miðverjin Sonni Ragnar Nattestad, sum stýrdi einum fløtum innleggi frá René S. Joensen í málið.

 

Eftir føroyska leiðslumálið raknaði Lettland við, og í løtum vóru boð eftir føroysku verjuni. Serliga tætt við var Lettland, tá ið eitt skot endaði á innaru síðu av stongini. Tað vóru góðar støður í báðum endum, men tað var Føroyar, sum slapp til hálvleiks á odda 1-0.

 

Fyrsta korterið í seinna hálvleiki legði Lettland eitt størri trýst á føroyska málið, men tað sást, at hetta ikki vóru leikarar í evropeiskum toppklassa. Teir fingu ikki broderað seg ígjøgnum eina sera stinna føroyska verju, sum ruddaðu ein bólt fyri og annan eftir.

 

Tá ið stormurin varð riðin av, fingu Føroyar aftur spæl í – og tað lat dyr upp. 20 minuttir fyri leiklot fangaði Hallur Hansson bóltin og setti gongd á eitt mótálop. Jóan Símun Edmundsson, sum spældi ein framúr dyst, gjørdist púra leysur og ískaldur lyfti hann bóltin upp um málmannin og í mál. 2-0 til Føroyar.

 

Hóast Lettland brúktu seinastu útskiftingarnar og royndi at leggja meira fyri, so sluppu teir ongantíð tættari enn nakrar vónleysar skotroyndir úr stórari fjarstøðu. Tað var einki, sum kundi lumpa Gunnar Nielsen og føroysku verjuna – heldur hinvegin var tað Føroyar, sum spældi við heimaliðið síðstu løtuna.

 

Gilli Rólantsson, Pól Jóhannus Justinussen og Páll A. Klettskarð vórðu settir inn á vøllin at kríggja sigurin í hús, og tað eydnaðist. Sigurin var ongantíð í vanda. Við frálíkum 2-0-sigri ímóti Lettland í Riga hevur landsliðið fingið søguliga góða byrjan upp á eina HM-undankapping. Vit hava fýra stig fyri tveir dystir, hava einki mál latið ígjøgnum og eru nummar tvey í bólkinum.

 

Mánakvøldið bjóða vit Cristiano Ronaldo og Portugal vælkomnum á Tórsvølli.

 

Lettland – Føroyar 0-2 (0-1)

0-1: Sonni Ragnar Nattestad, 19.

0-2: Jóan Símun Edmundsson, 70.