Brian Kerr viðgekk, at umstøðurnar at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu í gjár, og tað bleiv ongantíð tað stóra fótbóltsspælið at síggja. Hinvegin helt hann, at Írland gjørdi tað, ið var kravt av teimum, og at sigurin hjá Írlandi var fult uppiborin.
Høvdu nóg mikið av møguleikum
Írski landsliðsvenjarin viðgekk, at føroyingar góvu írum ein skarpan gang í fyrra hálvleiki, men hóast tað hevði hann givið sínum monnum boð um at halda fram við sama lag eftir steðgin.
- Eg segði við spælararnar í hálvleikinum, at teir skuldu hava tol, so skuldi tað nokk koma. Eg haldi eisini, at allir tóku tað púra róligt, hóast tað stóð á jøvnum í hálvleikinum, greiddi Brian Kerr frá.
Hann segði eisini, at hóast írska spælið ikki var av tí besta, so høvdu írar skapt ivaleyst av møguleikum, og Brian Kerr metti, at Írland hevði okkurt um tíggju rímuliga góðar møguleikar bara í seinna hálvleiki.
Spurdur um føroyingar høvdu givið írum harðari mótstøðu, enn teir høvdu væntað, segði Brian Kerr:
Vit vistu, at tað fór at verða ein trupul dystur, har vit noyddust út at stríðast, og eg haldi, at okkara spælarar vístu ein góðan hugburð í dag. Føroyingarnir høvdu fleiri møguleikar í dag enn í Dublin, men umstøðurnar gjørdu eisini sítt til, at nógvar tilvildarligar hendingar vóru í dystinum. Gamaní hevði Shay Given( írski málverjin, blaðm.) nakrar bjargingar í dystinum, men tað er tað, sum hann er har til, segði Brian Kerr.
Hann legði afturat, at Føroyar í dystinum høvdu víst, at teir eisini kunnu spæla fótbólt, og at føroyingar eru truplir at basa á heimavølli.
Kunnu avgerða alt sjálvir
Brian Kerr fegnaðist um írska sigurin, sum hevur við sær, at Írland nú er á odda í bólkinum, nú farið verður í summarfrí. Írar hava tríggjar dystir eftir at spæla. Tveir eru á heimavølli móti nærmastu kappingarneytunum úr Fraklandi og Sveis, og triðji dysturin er á útivølli móti Kypern.
- Nú er tað upp til okkum sjálvar at avgerða tað heila. Vinna vit dystirnar, ið vit hava eftir, fara vit til HM í Týsklandi, men tað verður trupult. Onkur metir okkum sum favorittar at vinna heima móti Fraklandi, men eg meti tað sum ein ógvuliga opnan dyst, segði Brian Kerr.
Írland skal í august mánað spæla venjingardyst móti Italia í Dublin, áðrenn teir leggja til brots aftur í HM-undankappingini. Tá verður fyrsta mótstøðuliðið Frakland, og Brian Kerr var fegin um, at ongin av teimum seks leikarunum hjá Írlandi, ið lógu til leikbann undan dystinum móti føroyingum, fekk gult kort mikukvøldið.