Trýstið ávirkar ikki Gunnar

Gunnar Nielsen hevur einki felag í løtuni og ásannar, at tað ikki er optimalt. Men hann leggur afturat, at hann er í góðari venjing upp til dystin í kvøld.

 

- Eg havi verið og vant við fleiri feløgum í Evropa. Eitt nú havi eg vant við einum enskum felagi í tvær vikur upp til hendan dystin, sigur Gunnar Nielsen, sum ikki ætlar sær í málið eftir bóltinum í kvøld.

 

- Vit byrja við einum stigi og málið hjá mær og verjuni er at halda nullið. Gera vit tað, so fáa vit eitt stig og tað haldi eg er flott á útivølli móti Eysturríki.

 

Spurnartekin hevur verið sett við støðuna hjá Gunnari upp til dystin í kvøld. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá honum at selja seg. Tí er eitt sindur av trýsti á føroyska málverjanum í kvøld at avrika.

 

- Fólk søgdu eisini undan dystinum móti Týsklandi og Svøríki, at eg skuldi vísa meg. Dysturin hevur sjálvandi stóran týdning fyri meg, men eg hugsi ikki so nógv um tað. Eg gleði meg bara at sleppa at spæla, sigur Gunnar Nielsen.

 

Hann avnoktar ikki at fara í eina topphúgvu, um onkur kemur við einari.

 

- Vit hava tosa um hatta. kanska burdi eg hita upp í eini topphúgvu. Bara orsaka av søguni, sigur Gunnar við einum smíli.

 

Tað er nokk ósannlíkt, at Gunnar verður at síggja í nakrari topphúgvu í kvøld, men vónandi verður avrikið á sama høga stigi, sum Jens Martin Kundsen megnaði 12. septembur 1990 í Landskrona.

 

Landsdysturin millum eysturríki og Føroyar byrjar klokkan 19.30.

 

Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen undir greinini.