Trýstið á Sýrialand veksur

Arabiska Samgongan hevur givið leiðsluni í Sýrialandi freist til í morgin at ganga krøvunum hjá samgonguni á møti. Slakar leiðslan ikki, fer samgongan at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti landinum.

Teir seinastu dagarnar hava fleiri arabisk lond vent sær ímóti stýrinum í Damaskus, og fleiri arabiskir leiðarar hava mælt Bashar al-Assad, forseta til at góðtaka demokratiskar nýskipanir. Grannalandið Turkaland hevur hótt við at steðga elveitingini til Sýrialands, um stýrið í Damaskus ikki slakar.

Ísraelski varaforsætisráðharrin, Moshe Ya'alon, segði í dag, at nú er stýrið í Damaskus undir so stórum trýsti, at alt bendir á, at Assad, forseti, fer at siga embætið frá sær.