- Eg veit, at mínar útrokningar eru rættar. Eduard Ranghiuc er ivaleysur. Hann eigur og rekur heimasíðuna football-rankings.info. Ein heimasíða, sum verður brúkt og siterað í altjóða fjølmiðlum, men sum áðrenn mikudagin í farnu viku ikki hevði nógvar vitjanir úr Føroyum.
Men eftir at almenni styrkislistin hjá FIFA varð kunngjørdur, gjørdist football-rankings.info ógvuliga áhugaverd millum føroyingar. Millum tey, sum hava vitjað síðuna og síðani sett seg i samband við Eduard Ranghiuc, er føroyska fótbóltssambandið.
- Eg havi tosað við umboð úr føroyska fótbóltssambandinum, greitt teimum frá mínum útrokningum og havi eisini sent teimum mítt tilfar. Mín áheitan til tey er, at tey skulu trýsta og skunda undir FIFA, fyri at fáa eina frágreiðing, sigur Eduard Ranghiuc.
Hann vísir á, at møguleikarnir fyri at fáa stig í undankappingum økjast munandi, um vit møta einum liði úr styrkisbólki 6, so sum San Marino, heldur enn einum liði úr bólki.
Allir fáa sama úrslit
Tað stutta av tí langa við útrokningunum á football-rankings.info, er, at Føroyar hava 0,0691559 stig fleiri enn Wales. Eftir nógvar mailar úr Føroyum valdi Eduard Ranghiuc at leggja fram sínar útrokningar á heimasíðu síni, soleiðis at eingin ivi skal vera um, hvussu hann er komin fram til síni úrslit.
Sosialurin hevur eisini tosað við føroying, sum hevur fylgt føroyska fótbóltslandsliðnum tætt síðstu mongu árini. Jákup Emil Hansen úr Runavík hevur, eins og Eduard Ranghiuc, roknað upp á úrslitini út frá sama leisti sum FIFA ger. Hann kemur fram til neyvt somu úrslit sum Eduard Ranghiuc, altso at Føroyar 273,4821429 stig og Wales 273,412987 stig.
Fótbóltssambandið hevur um vikuskiftið eisini roknað upp á úrslitini.
- Har eru øgiliga nógv fyrilit at taka í útrokningunum, men vit eru nú komin til akkurát somu úrslit sum football-rankings.info, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF. Hesi hevur hann eisini sent til FIFA, umframt at hann hevur kravt FIFA eftir eina útgreinaðari frágreiðing.
rolant@sosialurin.fo