Trýstið er á TB

Eftir fyrra hálvleik er EB/Streymur á odda við Stórá í Trongisvági, har einasti dysturin í dag verður spældur nú seinnapartin

Spælararnir eru á veg aftur á vøllin við Stórá í Trongisvági, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu.

Nú teir fara undir seinna hálvleik, er støðan 1-0 til EB/Streym.

Málið skoraði fremsti maður hjá EB(/Streymi, Gestur Bogason Dam, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.

Eftir afturlegging smekkaði Rói Zachariasen, málverjin hjá EB/Streymi, bóltin langt fram á vøllin. Ein av gestunum snittaði við høvdinum bóltin longur fram, og so við eitt var Gestur B. Dam leysur innanfyri heimaverjuna. Hann rak ímóti málinum og setti bóltin framvið Frederik Mehder í TB málinum.

Talan hevur verið um javna uppgerð. Serliga fram ímóti steðginum legði heimaliðið nógv fyri í álopspartinum, og tríggjr ferðir var tað um reppið, at Poul Ingason javnaði.

 

TB - EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Ndende Adama Guéye, Rasmur Møller, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen – Einar Thorsteinsson, Mark Kongstedt, Jens Erik Bruhn – Poul Ingason

Á beinkinum: Mads Viktoer Svane Altschiler, Jóhan Renéson Thomsen, Filip Obradovic, Andreas Midjord, Nikolei Johannesen

Venjari: Michael Winter

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Bárður Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus – Niklas T. Kruse, Tóki Johannesen, Símun Sólheim – Gestur Bogason Dam

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Rói H. Olsen, Petur Zachariasen, Albert Theis Nielsen, Arnbjørn Hansen, Teitur Debes Olsen, Høgni Hummeland

Venjari: Jákup Martin Joensen