Eitt nýtt trýst- og viðgerðarkamar er nú í Norðoyggjum. Slíkar trýstskipanir verða vanliga brúktar innan vinnukaving, sum ein eyka trygd í samband við kaving, skrivar Faroe Dive í kunningarskrivi.
Skipanir, ið hava góðkenning, sum bæði trýst- og viðgerðarskipanir kunnu eisini verða brúktar í samband við viðgerðir innan føroyska heilsuverkið.
Nýggja trýsttangaskipanin í Norðoyggjum er tøk hjá almennu tilbúgvingini sum ein tiltaksskipan, um tað skuldi hent, at tann gamli trýsttangin á Landssjúkrahúsinum onkursvegna gerst óvirkin.
Á myndini síggjast fyrstu kavararnar fyrireika trýstkamarið til fyrstu venjingina.











