Í kvøld verður seinna hálva av sætta og seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Liverpool er einsta Premier League liðið, sum ikki hevur tryggjað sær víðari luttøku, men um teir ikki tapa í kvøld, so klára teir frísak.
Her er ein gjøgnumgongd av bólkaspælinum og hvat skal til fyri at koma víðari hjá teimum ymisku liðunum. Nummar eitt og tvey fara víðari til endaspælið í Champions League, meðan nummar trý sleppur í endaspælið í Europa League. Stendur javnt í stigum, so er tað innanhýsis sum telur fyrst. Síðani málmunurin og so skotin mál.
Bólkur E
Liverpool kemur víðari við javnleiki og kann tryggja sær fyrsta plássið, sum liðið vinnur á Spartak í kvøld. Sevilla kemur víðari við javnleiki, men er kann rúka um teir tapa í Slovenia.
Støðan:
1. Liverpool 9 stig +10 (málmunur)
2. Sevilla 8 stig 0
3. Spartak Moskva 6 stig +3
4. Maribor NK 2 stig – 13
Dystir í kvøld:
Liverpool – Spartak Moskva
Maribor - Sevilla
Bólkur F
Manchester City er víðari sum 1’ari. Megnar Shakhtar Donetsk at fáa í minsta lagi javnleik, so eru teir víðari, men vinnur Napoli og Shakhtar Donetsk tapir, kemur Napoli víðari, tí teir eru betri innanhýsis.
Støðan:
1. Manchester City 15 (stig) + 10
2. Shakhtar Donetsk 9 stig – 1
3. Napoli 6 stig +1
4. Feyenoord 0 stig -10
Dystir í kvøld:
Shakhtar Donetsk – Manchester City
Feyenoord – Napoli
Bólkur G
Besiktas er víðari sum vinnari av bólkinum. Síðani er javnt millum FC Porto og RB Leipzig, men klárar FC Porto seg eins væl og RB Leipzig í kvøld, so koma portugisarnir víðari, tí teir eru betri innanhýsis.
Støðan:
1. Bestikas 11 stig + 5
2. FC Porto 7 stig +2
3. RB Leipzig 7 stig 0
4. Monaco 2 stig – 7
Dystir í kvøld:
RB Leipzig – Besiktas
Monaco – FC Porto
Bólkur H
Tottenham er víðari sum vinnari av bólkinum, tí liðið er betri enn Real Madrid innanhýsis. Real Madrid verður nummar tvey í bólkinum. Borussia Dortmund og APOEL hava spælt tvær ferðir 1-1, men týskarnir hava væl sterkari málmun, tí skal APOEL hava fleiri stig, um teir ætla sær víðari til endaspælið í Europa League.
Støðan:
1. Tottenham 13 stig + 8
2. Real Madrid 10 stig +9
3. Borussia Dortmund 2 stig -5
4. APOEL Nicosia 2 stig -12
Dystir í kvøld:
Real Madrid – Borussia Dortmund
Tottenham – APOEL Nicosia
Hesi eru komin víðari til endaspælið í Champions League: FC Barcelona, Juventus, Manchester United, FC Basel, PSG, Bayern Munchen, AS Roma, Chelsea, Manchester City, Besiktas, Tottenham og Real Madrid.










