- Jú, vit hava meira og meira at gera á læknavaktini. Tað staðfestir Marjus Dam, kommunulækni og formaður í Kommunulæknafelagnum.
Marjus Dam vísir á, at tá Læknavaktin byrjaði í 2007 vóru umleið 7000 áheitanir, sonevndar kontaktir, til skipanina um árið. Síðani eru Sandoyggin og Suðuroyggin komin við, men talið av brúkarum liggur nú um 21-22.000 um árið.
Sambært Marjus Dam er eitt vaksandi trýst á Læknavaktina. Skipanin er soleiðis bygd upp, at ein kommunulækni er á vakt frá klokkan 16 til midnátt, og ein kommunulækni kemur síðani á vakt frá midnátt til klokkan 08 um morgunin. Harafturat er ein sjúkrarøktarfrøðingur á vakt frá klokkan 16 til klokkan 22 á kvøldi.
- Her hava vit merkt eina skerjing síðani í vár. Sjúkrarøktarfrøðingurin var á vakt frá klokkan 16 til midnátt, men síðstu tveir tímarnir av hesi vaktini eru spardir burtur, hóast Kommunulæknafelagið staðiliga hevur mótmælt sparingini, sigur Marjus Dam.
Felagið hevur verið á fundi, bæði við sjúkrahússtjóran og landsstýrismannin í heilsumálum um hesa sparingina, men til fánýtis.
- Vit meta tað at vera eitt greitt avtalubrot móti okkum kommunulæknum, tá leiðslan skerjir tímarnar hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, sigur Marjus Dam og heldur fram:
- Sparingin er sera óheppin, tí hon stressar systemið. Læknavaktin hevur ofta sera nógv at gera, og tá sjúkrarøktarfrøðingurin skal fyrr heim, so verður meira trýst á læknan, sigur Marjus Dam.
Hvør er avleiðingin av tí?
- Allastaðni, har fólk arbeiða undir trýsti, økist vandin fyri feilum. Læknar eru eisini menniskju, svarar Marjus Dam.
Sambært formanninum í Kommunulæknafelagnum hevur verið nógv samskifti millum felagið og sjúkrahúsleiðsluna um Læknavaktina og sparingarnar á økinum, ið vórðu settar í verk á vári í fjør. Men støðan er tó óbroytt.
- Nei, viðurskiftini eru ikki komin uppá pláss. Partarnir eru ósamdir um hesa sparingina, og vit læknar hava gjørt púra greitt, at vit góðtaka ikki at sjúkrøktarfrøðingurin á vaktini missir tveir tímar hvønn dag, sigur Marjus Dam.