Trýst er nakað sera persónligt

Fótbóltur: Arsenal-verjuspælarin Steve Bould hugleiðir um nakað, sum man vera viðkomandi hjá flestøllum fótbóltsspælarum

Onkustaðni í øllum ganginum á Old Trafford mikukvøldið fer royndi verjuleikarin hjá Arsenal, Steve Bould, at steðga á og hugsa.

Hann fer at hugsa um Jaap Stam og Dwight Yorke ? tveir sera ólíkir spælarar, sum tó báðir vita, hvat trýst er fyri nakað, og sum eru ímyndarnar av framgongdini hjá Manchester United í ár.

? Tað eru spælarar, sum kunnu spæla við teimum stóru liðunum, og summir sum ikki kunnu, sigur Steve Bould.

? Trýst er nakað sera persónligt, heldur hann.

? Fyri meg ræður tað mest um at avrika nakað gott, tá so nógv hevur verið sagt og skrivað. Tað snýr seg um trýstið at vinna dystir undir sjóneykuni hjá sjónvarpinum og um at duga at hoyra fólk, sum í fleiri vikur hava sagt tær, hvussu stóran týdning tað hevur at standa seg væl, sigur Steve Bould.

? Manchester United er størsta felag í heiminum. Um nakað eru teirra spælarar undir eitt sindur størri trýsti enn vit eru. At klára at takkla sovorðið trýst gevur okkum stóra virðing fyri teimum. Dwight Yorke noyðist at liva við, at hann er keyptur til felagið fyri 12,5 milliónir pund. Tey søgdu at Jaap Stam ikki kundi klára seg í enskum fótbólti, men hann hevur verið frálíkur. Og eg vil fegin halda, at teir hava nøkulunda somu virðing fyri okkum.

Um ikki, er tað løgið. Tí undir Arsene Wenger hevur Arsenal vunnið á eini tí størstu avbjóðingini í ítrótti: Teir duga at takkla succés. Teir skilja, hvussu stóran týdning tað hevur at kenna ta røttu løtuna og gera sær dælt av henni.

? Sum eitt lið tekur tú teg inn í teg sjálvan áðrenn ein stóran dyst, sigur Steve Bould.

? Tað er ikki nakað tú ger við vilja, og tað er trupult at seta fingurin á, júst hví tað hendir, men onkuntíð veitst tú bara, at tað fer at ganga væl. Venjarin kendi okkurt á sær í skiftingarrúminum, áðrenn vit herfyri vunnu á Chelsea. Onkursvegna visti hann, at vit fóru at vinna. Tað er torført at útgreina, tí onkuntíð er neyðugt við eitt sindur av kaos, har allir rópa og geyla, fyri at fáa glið á. Aðrar dagar er neyðugt við fullari konsentratión, sigur Steve Bould.


Hevur brúk

fyri nervum

? Tað ger í veruleikanum ongan mun, men tú hevur brúk fyri eitt sindur av nervum ? handa kenslan av, at tú ikki vilt vónsvíkja nakran, heldur ikki teg sjálvan. Eg havi meira nervar nú sum 36 ára gamal, enn tá eg var í 20-unum. Á ein hátt kanst tú siga, at jú fleiri royndir tú hevur, verri verður tað at strekkja til.

Útlitini fyri pensión ? Steve Bould hevur eitt ár eftir at sínum sáttmála ? gevur honum nakað at spæla fram ímóti. Hann hyggur eftir Matthew Upson, sum er ímyndin av framtíðini hjá Arsenal, og sær allar broytingarnar í fótbóltinum nú og so tá.

? Tað er so nógv umrøða, so nógvir pengar uppií, at onkuntíð er tað ræðandi, sigur hann.

? Eg eri ikki heilt vísur í, at eg í dag hevði viljað verið ein ungur maður, sum kom uppí spælið. Eg síggi Matthew. Allir vilja hava fatur á honum. Hann verður sligin upp sum tann nýggi Tony Adams. Tá eg var á hansara aldri, 18 ár, lærdi eg spælið sum útlæntur til Torquay, minnist Bould.

? Tað ræður ikki um lív ella deyða. Onkuntíð, tá ein stórur dystur er liðugur, spyrt tú teg sjálvan: »Var hatta alt? Tá alt kemur til alt, spæla vit bara eitt spæl.«

Sjalvt um tað er á Old Trafford, og allur heimurin hyggur at.