Meting
?Vilt tú vera við í einari veljarakanning við at trýsta á ein knøtt?, soleiðis segði tað útsenda umboðið frá Sosialinum við tey mongu, sum vóru og valdu í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Sosialurin skipaði valdagin fyri einari sokallaðari Exit Poll kanning í Ítróttarhøllini á Hálsi, har fólk við at trýsta á ein knøtt kundi vera við í kanningini. Úrslitið var síðani leypandi lagt út á alnetið, har lesararnir hjá Sosialinum kundu fylgja við. Á heimasíðuni hjá Sosialinum, á sosialurin.fo, var so stórur áhugi fyri tiltakinum, at trupult var at koma inn á síðuna. Orsøkin var at so nógv vitjandi vóru. Ráð vóru fyri hesum. Allur grafikkurin varð tikin av, og henda hátt kundu túsundtals fólk ? bæði í Føroyum og uttanlands ? fylgja við.
1.448 fólk ella 17,2% av teimum, sum valdu á Hálsi, vóru so beinasom at hjálpa okkum við kanningini.
Ætlanin var at gera eina støðumynd av gongdini, og hetta skuldi samstundis eisini vera íkastið hjá Sosialinum sjálvan valdagin. Hóast endaliga úrslitið ikki gav heilt tað sama sum uppteljingin, so er Sosialurin framvegis væl nøgdur við kanningina, sum so avgjørt er eitt spennandi íkast á sjálvum valdegnum.
Sosialurin hevur við hesum gjørt sær nakrar royndir, og tað kann væl hugsast, at hetta verður roynt aftur, í einum ella øðrum líki.
Sosialurin takkar øllum teimum, sum hjálptu okkum við kanningini.










