Træskipini, sum er ávegis til Danmarkar at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum, eru nú komin til Lindesnes í Noreg.
Av Johonnu TG 326 frættist fyri góðum tíma síðani, at teir vóru 20 fjórðingar vestanfyri Lindesnes.
Páll G. Jacobsen, ið er við sluppini, skrivar á facebook, at ferðin hevur gingið væl. Veðrið hevur verið gott, men lotið er kalt.
##med2##
Í gjár fingu teir seyðarhøvd til døgurða, og í dag er fleskasteik á matskránni.
##med3##
##med4##
##med5##
Myndir: Páll G. Jacobsen















