Teir tríggir ísfiskatrolararnir úr Tórshavn, Topas, Sardis og Kúrberg, eru allir ávegis úr THOR-flotanum. Fiskidagarnir eru minkaðir nógv, og sama er við atgongdini til uppsjóvarfisk.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari, sigur, at sølusáttmáli er undirskrivaður fyri Topas og Sardis, og har verður nú bíðað eftir Fiskimálaráðnum at fáa útflutningsloyvi til bæði skipini.
Tað er eitt dóttirfelag hjá THOR-samtakinum, sum er heimahoyrandi í Hoyvík, ið eigur skipini, sum øll eru heimahoyrandi í Tórshavn.
- Tað fækkast við skipum í Havn og soleiðis, sum eg dugi at síggja, er tað tann politiski viljin í løtuni, at í Tórshavn skal ikki hugsast um fisk ella fáast við skipavinnu.
Hans Andrias Kelduberg heldur, at soleiðis, sum gongdin er í Tórshavn í løtuni, skal alt verða eitt skriviborðsveldi, sum innkasserar nógvan skatt, sigur reiðarin.