Fiskivinna
Trý skip hava landað svartkalva á Tvøroyri hesa vikuna.
Týsdagin var Anita inn við góðum 44.000 pundum, og mikudagin var Oknin við 24.000 pundum. Djúpvatnstrolarin, Brestir, var eisini inni mikudagin við 130.000 pundum av svartkalva.
Anita og Oknin royna við gørnum undir Føroyum, meðan Brestir hendan túrin var í Grønlandi.
Alt skorið
Á Fiskavirking á Tvøroyri verður svartkalvin bæði skorin til flak og skráskorin og fer tískil virkaður av landinum.
Teir, ið kappast við virkið á Tvøroyri um at keypa svartkalvan, er eitt nú Fiskasølan, sum sendir fiskin óvirkaðan av landinum og Farex.