Trý skip hjá Strandferðsluni á beding

Í næstum skulu trý av skipunum hjá Strandferðsluni á beding. Talan er um Sildberan, Rituna og Sam og í tí sambandi verða t að avloysaraskip, sum fara at sigla ruturnar hjá teimum.

 

Strandferðslan sigur, at tann fyrsti, sum fer á beding, er Sildbering, sum siglur til Skúgvoyar. Hann fer á beding mánamorgunin har ymsar ábøtur skulu gerast. Hann kemur væntandi av beding aftur 22. september og hesa tíðina fer Súlan at sigla til Skúgvoyar. 

 

Eisini Ritan fer á beding mánadagin. Talan er um vanligt eftirlit og tað verður væntandi liðugt 19. September og hesa tíðina fer Jósup at sigla til Svínoyar og Fugloyar.

 

Og tá ið Ritan kemur av beding aftur, fer Sam á beding, har 40 ára eftirlit skal gerast. Tað tekur minst 14 dagar og ímeðan fer Jósup at sigla í Kalsoynna. Jósup tekur ikki bilar, men ístaðin fara bussar at koyra í sambandi við allar túrarnar.

 

Men í hesum sambandi fer eisini Ternan at gera nakrar túrar við farmi í Kalsoynna, og ímeðan hon ger tað, fer Jósup at sigla til Nólsoyar, sigur Strandferðslan.