Trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap

Streymurin verður harður í næstu viku, men veðurforsagnirnar eru góðar.

 

Í løtuni eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Eitt kemur inn at landa mánadagin, og hini bæði koma seinni í næstu viku. Skipini, sum eru til fiskiskap, fáa mest av toski, hýsu og longu.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fiskiskapurin hjá línuskipunum undir Føroyum er góður. Streymurin verður harður í næstu viku, men veðurforsagnirnar eru góðar. So, væntandi fara onkur línuskip útaftur.

Frystilínuskipini, sum seinastu tíðina hava fiskað á Flemish Kap, eru øll farin at sigla heim, tí føroyska toskakvotan har yviri er uppi. Heimferðin tekur umleið eina góða viku - alt eftir, hvussu líkindini verða á ferðini.

Um útlitini til útróður vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at nakað helst verður av útróðri, tó at streymurin í næstu viku verður harður. Hinvegin er væntandi, at veðrið verður brúkiligt til útróður.