Útróðrarmenn sleppa ikki í Løgtingið

-Tað er óhugsandi, at ein maður, sum hevur verið útróðrarmaður alt sítt lív, nú endar í Løgtinginum, staðfestir Henrik Old, sum er fyrrverandi tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Henrik Old hevur í mong ár verið tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og sum eygleiðari av politisku støðuni, heldur hann lítið um samansetingina av løgtinginum í dag.

Tá ið Henrik Old var valdur inn á fyrsta sinni í 80?unum, vóru tað nógvir útróðrarmenn og fiskimenn sum heild, sum høvdu sætið á løgtingið.

-Nú er tað eitt heilt annað slag av fólki, sum mannað løgtingið. Har eru ein triðingur lærara. Ein løgfrøðingur og ein búskaparfrøðingur. Og so eru fleiri journalistar, sum eru komnir á listarnar hjá flokkunum, tí man heldur tey verða lættari vald inn, sigur Henrik Old.

Hann vísir á, at fleiri journalistar hava yvirtikið rolluna í valstríðnum og í løgtinginum, sum tey, sum føra orðið. Ikki tí, at tey hoyra til ein ávísan flokk ella nakað líknandi, men tí tað verður vænta, at slík fólk kunnu verða lættari vald, um tey hava verið í sjónvarpinum ella í útvarpinum árið undan valinum.

-Journalistar sleppa sær framat at arbeiða í útvarpi ella sjónvarpi áðrenn valstríði. Tey brúka tað sum ein platform fyri at sleppa inn í løgtingið. Tað hevur einki við demokrati at gera ? tað snýr seg bara um at duga at tosa í eina mikrofon, sigur Henrik Old.

Spurningurin er so, um fyrrverandi tingmaðurin heldur tað verða ein fyrimun ella ein vansa, at samansetingin av tingfólkum er broytt so markant seinastu árini.

-Tað er ein vansi, um tað blívur uppá tann mátan, at bara ?hægri? fólk eru í løgtingið. Tað er vandamikið, tá ið tingmenn glíða burtur frá tí vanliga fólkinum. Eingin í løgtinginum kann siga, at hann hevur havt størsta partin av sínum lívi ár flakavirkið ella á skipsdekki, sigur Henrik Old.

Henrik Old vísir á, at tað í 80?unum var óhugsandi, at tosa um eitt tilfeingisgjald.

-At útjaðarin skuldi gjalda eitt gjald inn til meginlandi, sum meginlandi so skuldi ?allernådigst? býta út aftur ? tað vildi man ongantíð funnið uppá. Tingmenn vistu tá, at pengarnir skuldu brúkast til beting, at keypa neyðugar vørur og annað, vísir Henrik Old á.

Hann heldur tað verða vandamikið, at eingin løgtingsmaður í tinginum í dag kann staðfesta, at pengarnir, sum ætlanir eru at krevja inn sum tilfeingisgjald, skulu brúkast til onnur ting.