Í dag var bara útróðrarfiskur á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og teir bátarnir, sum høvdu nakað av hýsu, fingu væl burturúr. Hægsta boð upp á hýsu í dag var 20,50 krónur, og tað lægsta boðið var 17,10 krónur.
Umleið fýra tons vóru av hýsu á uppboðnum. Hýsa II fór fyri 20,28 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 18,77 krónur.
Toskaprísurin var lágur. Knappliga 20 tons vóru av toski, merst III og IV, og meðalprísurin var ávikavist 11,28 krónur og 9,86 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 25 tons í dag fyri góðar 290.000 krónur.