Nú skulu friðingarnar fyri línuveiði inni við land, sum Føroya løgting samtykti síðsta heyst, eftir øllum at døma standa sína roynd.
Seinasta fríggjadag tók Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftirlitinum ein útróðrarbát av Skálafjørðinum, sum eftirlitið metti hevði línuna standandi ov nær landi.
Veiða og reiðskapur
Jóhan Simonsen, vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur við Sosialin í morgun, at hetta er fyrsti útróðrarbátur, sum er tikin fyri ólógliga línuveiði eftir nýggju ásetingunum og friðingunum.
- Skiparin á bátinum kemur at fáa eitt sektaruppskot, sum hann kann góðtaka - ella vraka. Verður uppskotið vrakað, endar málið í rættinum, sigur Jóhan Simonsen.
Tað var síðsta heyst, at Føroya løgting fyri fyrstu ferð - í nýggjari tíð - bannaði vinnuligari línuveiði inni við land. Friðingarnar eru galdandi úr hálvum og út á tríggjar fjórðingar úr landi eftir ávísum linjum.
Nú er so ein útróðrarbátur tikin fyri ólógliga línuveiði, og lítið man vera at ivast í, at júst hetta mál verður eitt fyridømi fyri onnur líknandi brot, sum kunnu koma.
Fullgóð prógv
Jóhan Simonsen sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur fullgóð prógv fyri, at útróðrarbáturin hevur fiskað ólógliga, og hann leggur aftrat, at hetta mál verður avgreitt á sama hátt, sum við øðrum málum, har skip og bátar fiska ólógliga.
- Veiða og reiðskapur verða inndrigin, og síðan fær skiparin eitt sektaruppskot, sigur Jóhan Simonsen, vakthavandi á Fiskiveiðieftirlitinum við Sosialin í morgun.