Ein útróðrarbátur úr Norðoyggjum fekk sera góðan pris, tá hann seldi umleið eitt tons av hýsu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag. Minsti prísurin, sum báturin fekk var 12,10 krónur, og tann besti var 23,10 krónur fyri kilo. Næstan øll hýsan hjá bátinum var stødd II og III, og fyri tær fekk hann ávikavist 22,42 krónur og 18,61 krónur í meðal fyri kilo.
Annars vóru bara góð fimm tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, og meginparturin var toskur. Toskur III fekk meðalprísin 16,26 krónur og tóskur IV 15,97 krónur.
Tey fimm tonsini, sum vóru á uppboðnum, fóru fyri 90.000 krónur.