Eitt línuskip er undir Íslandi og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku.
Tá tey á Fiskamarknaði Føroya í gjár gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru trý ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Hesi trý skipini landa væntandi øll síðst í næstu viku.
Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini tvey frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum í løtuni.
- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. Tí kann roknast við nakað av útróðri, men útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap, verður lagt aftrat.