Útróðrarbátar missa mest

Fiskirannsóknarstovan mølir til, at skerja dagatalið hjá útróðrarbátum undir 500 Hk við 40%. Og eingin húkaveiða skal nærri enn 3 fjórðingar úr landi. Hetta skal gerast, tí mett verður, at royndin eftir hýsu fer at økjast nógv, nú so lítil toskur er eftir á føroysku grunnunum. Hartil verður mælt til, at eingin veiða skal vera á Føroya Banka, har dýpið er minni enn 200 metrar, eins og serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa halda fram. Hartil verður sagt í tilmælinum, at eingin húkaveiða skal verða nærri enn 3 fjórðingar úr landi, og at eingin serlig toska- ella hýsukvota skal latast uttan um dagaskipanina. Ístaðin verður mælt til, at eitt hjáveiðuprosent á 3% verður sett.