Í dag eru trý ár liðin, síðani enska smágentan Madeleine McCann hvarv í Portugal. Í tí sambandi hava foreldur hennara gjørt ein stuttan film um Madeleine. Talsmaður fyri foreldrini sigur við BBC, at filmurin er gjørdur fyri at minna fólk á, at tað verður framvegis leitað eftir Madeleine.
-At málið ikki er í fjølmiðlunum hvønn dag merkir ikki, at einki verður gjørt. Foreldrini hjá Madeleine brúka framvegis ein stóran part av lívinum til at leita eftir Madeleine, sigur talsmaðurin, Clarence Mitchell.