Trý ár í fongsul

Ein 77 ára gamal maður fekk í Føroya rætti mikudagin trý ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn

Av tí at rættarfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurí endurgjaldi.ðum, ber ikki til at fáa nærri at vita um ákærurnar móti einum 77 ára gomlum manni, sum mikudagin var fyri í Føroya rætti.
Sjálvar ákærurnar vórðu tó lisnar upp, áðrenn hurðarnar vórðu latnar aftur.
Maðurin varð ákærdur og funnin sekur í at hava gjøørt seg kynsliga inn á fýra børn undir 12 ár. Tvey av børnunum vóru abbabørn hansara, og ágangurin fór fram yvir fleiri ár.
Hann hevði framt annan kynsligan ágang enn samlegu móti børnunum.
Maðurin noktaði seg sekan, men líkt var til, at dómarin trúði betur børnunum, tí maðurin varð dømdur trý ára fongsulsrevsing.
Haraftrat skal hann rinda teimum samanlagt 80.000 krónur í endurgjaldi.