Trípartasamráðingar um arbeiðsmegi eru vegurin framá

Samtak
----
Nú tosað verður um at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri arbeiðsfólki utt­an fyri norð­an­lond er týdn­­ing­ar­mikið at rætt verður borið at. Har trot er á arbeiðsmegi skulu ar­beiðsfólk sleppa inn í landið, men tað er ikki ráðiligt at lata arbeiðsmarknaðin upp á víðan vegg meðan ar­beiðs-loysi innan nógvar vinnur er metstórt.
Eins og føroyingar fara út um landoddarnar at fáa sær arbeiði skal verða gjørligt hjá útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða í styttri og longri tíðarskeið, tá ið trot er á arbeiðsmegi.
Mentunarliga, politiskt og sosialt ríkað útlendingar samfelagið og eiga Føroyar ikki at ræðast at lata dyrnar upp fyri útlendingum. Sum er kann arbeiðsmegi úr Norðanlondum frítt ferðast millum lond, og hava sera nógvir føroyingar nýtt møgu­leikan at fara í annað norður­land at arbeiða og norður­lendingar eru eisini komnir hendavegin.

Fáa smidliga skipan
Feløgini í Samtak halda, at atlit má takast til arbeiðsloysi í landinum, tá ið útlendsk arbeiðsmegi skal inn í landið, men at har tørvur er á, og ongin er í landinum at gera arbeiða, har skal loyvast at taka fólk inn uttanfyri norð­ur­lond.
Tað ber til at fáa a­r­beiðs­megi inn í landið, um talan er um trot ella “væsentlige beskæftigelsesmæssige hen­syn”, sum tað stendur í lógini, tó eru atfinningar um, at tað er ov long tíð frá at søkt verður um arbeiðsloyvi, til arbeiðstakarin kann koma inn í landið.
Feløgini í Samtak halda, at har trot er á arbeiðsmegi, skal tað loyvast á ein smidligan hátt at taka fólk inn, men at tað skal ikki opnast upp fyri útlendskari arbeiðsmegi sum heild, tí arbeiðsloysi er enn metstórt.
“Mangla tað elektrikarar, serligir ráðgevar, læknar ella onnur, sum vit ikki hava í landinum, so skal vera gjør­ligt at fáa hesi inn í landið utt­an stórvegis hóvasták,” siga feløgini í Samtak
“Soleingi vit hava 1000 – 1500 fólk, sum eru ar­beiðsleys, so kunnu vit ikki lata arbeiðsmarknaðin full­komi­liga upp”, leggja feløgini í Samtak dent á.

Trípartasamráðingar
Feløgini eftirlýsa fleiri ar­beiðs­skapandi tiltøkum, førleikamenning, før­leika­meting og fleiri læru- og út­búgvingarmøguleikar fyri arbeiðsleys, so at arbeiðs­meg­in er klár at taka við nútíðar og framtíðar avbjóðingum.
Feløgini í Samtak heita á Johan Dahl, landsstýrismann við vinnumálum, um at kalla partarnar á arbeiðs­mark­n­að­inum inn til trí­parta­samráðingar um spurningin um arbeiðsmegi.
Á henda hátt átti at verið gjørligt at funnið framm til eina skipan sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum og politiska skipanin vóru nøgd við. Feløgini í Samtak vilja virka fyri eini loysn sum loysir trupulleikarnar, men sum eisini tekur hædd fyri tí veruleika, at arbeiðsleysi er í landinum, og at tað má basast áðrenn arbeiðsmarknaðurin verður opnaður fyri øllum uttanfyri norðanlondum.