Síðstu fimm árini hava Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen dømt steypafinaluna í manshondbólti, men so verður ikki í ár, tí tá eru teir báðir í Íslandi í altjóða dómaraørindum. Dánjal Samuelsen er burturstaddur, so tí fáa hann og Heri Petersen heldur ikki dømt. Sostatt stendur kappingin um finaluna millum dómarapørini Hans Thomassen & Hanus Kúrberg, Birgir Sondum & Thomas Dam og Rúna Gunnarsson & Ragnar Simonsen.