Í støddfrøðisliga flokkinum í 1. flokki í Hoydølum er eitt sjáldsamt dømi. Tað eru 24 næmingar í flokkinum. Av hesum eru heili 6 tvíburðar. Tað eru trý tvíburðapør í flokkinum. Harav eru tvey pør eineggjaðir tvíburðar. Sostatt eru 25 % av næmingunum í 1. x í Hoydølum tvíburðar.
Jeanni og Lindis Petersen, 16 ár, Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen, 18 ár og Arnhold og Andreas Simonsen, 17 ár ganga øll í sama flokki.
Tað er nakað heilt serligt at vera tvíburði, og tað merkist eisini hjá teimum í flokkinum. Tey halda, at tað er ein fyrimunur, at tey eru trý pør í flokkinum, tí at so kunnu tey tosa um ymiskt, sum tey hava til felags. Tað hendi eisini fleiri ferðir undir samrøðuni, at hini nikkaðu til okkurt, sum eitt par hevði sagt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Serligt samband
- Tað er eitt øðrvísi samband milum teg og tín tvíburð enn títt samband til hini systkini. Tað er eitt nógv tættari samband. Tú kanst tosa við hann um alt, og tær nýtist ikki at vera bangin fyri, at hin sigur tað víðari, siga tey.
Tvíburða sambandi sæst eisini aftur, tá ið tey tosa.
- Onkuntíð, tá ið tú tosar, kanst tú lata vera við at enda setningin, og tvíburðin endar setningin fyri teg, sigur Andreas, og øll hini flenna, tí at tey kenna eisini til júst hetta fyribrigdið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Íbornar líkheitir
- Vit hugsa mangan um somu tingini, og vit hava ofta somu meiningar um ymiskt.
Tey eru vís í, at tær íbornu líkheitirnar eru orsøk til, at tvíburðar líkjast so nógv. Tey eru eisini vaksin upp saman, og tí líkjast tey nógv uppá allar mátar. Men tá ið tey enda setningarnar fyri hvønn annan, er tað ein lívfrøðiligur tráður millum eitt tvíburðapar, halda tey.
Tað tykjast at vera nógvir fyrimunir við at vera tvíburði. Tó eru eisini keðiligar síðir, og tað er vánaligir dagar, har ið tey gerast troytt av hvør øðrum.
- Tú kanst gera troyttur av hinum, tí at vit eru altíð saman. Men kortini gerast vit altíð skjótt góðir vinir aftur, tá ið vit eru ósamd, siga tey.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ríva seg leysan
Tvíburðar ganga mangan í somu klæðum sum børn. Hetta halda flest fólk vera sera fitt. Men sum eldri skulu teir helst ríva seg eitt sindur leysar frá hvør øðrum og gerast sjálvstøðugir, halda mong. Tey trý pørini í 1. x ganga øll í ymiskum klæðum. Vit spyrja tey, nær tey komu til tað støðið, at tey valdu sín egna stíl.
- Vit báðir hava ongantíð gingið í sama flokki fyrr enn nú, so vit hava ongantíð havt handan trupulleikan, siga Arnhold og Andreas.
- Vit báðar líkjast ikki akkurát, tí at vit eru ikki eineggjaðar. Men vit gingu eisini í somu klæðum sum børn, siga Rannvá og Gunnvá.
- Tað hendi av sær sjálvum. Tú vilt ikki vera púra eins og tín tvíburðasystir. Tú vilt helst vísa, at tú kanst klára teg sjálv, sigur Jeanni og Lyndis.
Tey halda eisini, at tað ávirkar nógv, um tvíburðar koma at líkjast ov nógv og ongantíð ríva seg leysar frá hvør øðrum. Tá er annar ofta meira framligur og avgerð alt, meðan hin bara fylgir við, halda tey.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kunnu tosa saman
Tvíburðar koma tó altíð at líkjast sera nógv uttan mun til, hvussu ymiska leið teir velja.
- Um vit so vóru sundurskild í fleiri ár, so hevði tað framvegis verið eitt serligt samband millum okkum, siga Rannvá og Gunnvá, og hini taka undir við tí.
- Tað er stórur munur á persónligheitini og verumátanum, men tað er eitt serligt samband millum okkum, sigur Arnhold.
Tey eru glað um, at tað eru aðrir tvíburðar í flokkinum, sum tey kunnu tosa við.
- Eg haldi, at tað er ræðuliga kul, at vit eru trý pør. Vit kunnu tosa saman um trupulleikar og annað, tí at vit skilja hvønn annan, sigur Rannvá, og hini nikka samd.
- Til dømis einaferð ein lærari skrivaðu okkara heimaarbeiði á talvuna. Tá rópti eg “Andreas, tú skrivar í lektiebókina”, og Rannvá rópti tað sama samstundis. Soleiðis hevur hvør sín leiklut, sigur Arnhold flennandi.