Fyrr í kvøld vunnu Føroyar 30-24 (13-14) á vertstjóðini, Bulgaria í Emerging Nations kappingini í manshondbólti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu in.fo/Rás2 gjørdi við tvímálsskjúttan, Trónd Kragesteen fyri løtu síðani.
Tróndur Kragesteen ásannar, at føroyska liðið hevði ein slakan fyrra hálvleik, og var eisini aftanfyri við einum máli í steðginum. Hann heldur tó, at liðið tók seg saman, og fekk spælið at koyra í seinna hálvleiki. Fleiri mál uppá skjótálop gjørdu eisini arbeiðssetningin væl lættari hjá føroyska liðnum. Tróndur Kragesteen heldur, at dysturin í kvøld er klárt tann torførasti í kappingini higartil.
Í hálvfinaluni bíðar Kosovo, sum hevur eitt Emerging Nations hálvfinalutap uppá 23-31 ímóti Føroyum í hálvfinaluni á heimavølli at hevna. Tróndur Kragesteen væntar ein javnan og torføran dyst, men hann heldur, at føroyska liðið eigur eitt eyka gear, og hann trýr fult og fast uppá, at tað letur seg gera at koma í enn eina finalu í Emerging Nations kappingini.