Tað er gott, at nógv fólk vilja bjóða seg fram til valið. Tað merkir, at tann politikararleti, sum var so eyðkend fyri nøkrum árum síðani, er fánað, og tað kann bara vera gott fyri demokratiið.
Fyrr plagdu nógvir lærar at teljast bæði á løgtingi og í landsstýri. Men at meta út frá uppstillingini, so eru tað nú fjølmiðlafólkini, sum vilja framat. Umframt Trónd Djurhuus stilla eisini Jústinus Eidesgaard, John Johannessen, Rigmor Dam, Sjúrður Skaale, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen og Øssur Winthereig upp til komandi løgtingsval.









