Tróndur verður í B36-málinum

B36 fer eftir øllum at døma ikki at gera nakran sáttmála við Henrik Bødker. Viðvíkandi brasilska Santos verður støða tikin í komandi viku

Hondbóltur

Hesa seinastu tíðina hava tveir útlendskir fótbóltsleikarar vant við hópinum hjá B36, har teir hava roynt at sannført leiðsluna í felgnum um, at teir skulu teljast millum leikararnar, sum felagið skal hava í hópinum komandi kappingarár.

Nú tykist tó greit, at talan í øllum førum ikki verður um nakran nýggjan málverja, tá B36 fer ígongd við landskappingina.
Henrik Bødker, sum er annar av útlendsku leikarunum hevur roynt seg nakað í venjingardystum, men eftir øllum at døma hava avrikini ikki verið av slíkum slag, at hetta hevur skelkað nakran í felagnum.
Hetta verður eisini váttað av B36-formanninum, Kristiani á Neystabø, og soleiðis bendir alt á, at tað verður Tróndur Vatnhamar, sum fer at standa í málinum hetta árið.
Tróndur hevur framvegis ikki skrivað undir nakran sáttmála við B36, men hevur ístaðin bíðað eftir, hvussu tingini í felagnum fóru at laga seg við Henrik Bødker. Men nú hesin ikki fær nakran sáttmála, er lítið at ivast í, at hendan undirskriftin fer at koma upp á pláss.
Hin leikarin, sum hevur vant við B36, er brasiliumaðurin, Alex dos Santos, og her tykjast útlitini fyri einum sáttmála at vera nakað betri.
- Higartil hevur gingið hampuliga væl hjá honum, og væntandi taka vit støðu til hetta í komandi viku, sigur Kristian á Neystabø, men hjá teimum, sum hava sæð venjingardystir hjá B36, tykist ikki vera stórvegis ivi.
Við góðum tekniskum førleika, ferð og einum góðum skoti, tykist Santos hava gjørt nógv um seg í hesum dystum, so stendur tað upp til viðhaldsfólkini er lítil ivi um, at hesin verður ein av teimum, sum skal styrkja um hópin.