TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Trónd Arge, verjuspælara hjá Giza Hoyvík, sum saman við liðfeløgunum tapti 1-4 ímóti AB á J & K vøllinum uppi í Hoyvík fyrr í dag.
Tróndur Arge staðfesti, at AB vann ein uppibornan sigur. Tó skerst ikki burtur, at AB hevur havt betri fyritreytir við átta døgum við fyrireiking, meðan Giza Hoyvík hevur bara havt fýra dagar at fyrireika seg til dystin. Tróndur Arge leggur tó dent á, at hann og liðfelagarnir hava til seinastu venjing fokusera uppá dystin, og ikki uppá, at dysturin AB-TB/FCS/Royn bleiv fluttur.
Fyri átta døgum síðani gjørdi Tróndur Arge eitt sjálvmál ímóti TB/FCS/Royn. Hann slær fast, at tað er váðin við at verða verjuspælari, at sjálvmál koma fyri, og tann váðan má hann taka um hann skal verða verjuspælari.