Tróndur Patursson sum fylti 60 ár 1. mars í ár, er m.a. útbúgvin á Statens Kunstakademi í Olso hjá lærarunum Reidar Aulie og Halvdan Ljøsne, 1969-73.
Teir eginleikar og tey grundeyðkenni, sum Tróndur finnur í náttúruni og reindyrkar sum fríar listaligar hugmyndir í sínum vatnlitsmyndum og glas- og temperamálningum, er oftast lýsingar av stórleikanum í náttúruni, tað ríka skapanarverkið, sum opinberar skaparans almátt og ber vitnisburð um, at hann er nær í øllum alheiminum: Endaloysi í kosmos, havsins ørandi dýpdir og óendaligu víddir, margbroytni í náttúrumegini, tað ævinliga skiftandi veðurlagið við sínum leiki av ljósi og litum, tann makaleysi vakurleikin í tí fría fuglaflognum og í havsins fimu djórum, sum spæla sær púra óbundin í sínum rætta heimi.
Hóast verkini hjá Tróndi altíð eru náttúruelvd, stundum eisini sjónliga náttúrutulkandi, so verða tey ongantíð náttúruendurgevandi. Millum tey fyrstu verkini í hansara listaligu menning eru figurativar myndir, har náttúruevnið kennist týðuliga aftur. Tílík verk finnast eisini - sum undantøk - í seinni og seinasta parti av hansara lívsverki. Henda afturkenning er tó ongantíð rein náttúrueftirgerð, hon er ikki ein óvirkin endurgáva, men hevur í sær nógva listaliga viðgerð, t.e. eina virkna tulking av tí, sum hann sær. Frá 1980 og frameftir er tann fría, abstrakta viðgerðin ráðandi.
Úr bókini:"Tróndur Patursson", Finn Terman Frederiksen, 2004
Á framsýningini eru náttúrulýsingar/temperamálningar og glaslist. Framsýningin verður frá 2. apríl kl. 16 og fram til 16. apríl, týsdag - fríggjadag kl. 14 - 18, leygardag kl. 16 - 18.
Myndatekstur:
Tróndur Patursson í Calerie Focus. Hann hevur eisini havt framsýning í St. Pedersburg og einum øðrum býi í Russlandi. Í løtuni hevur hann eina framsýning í Póllandi
Mynd: Magnus Gunnarsson