- Eg kann gera eina tekning av tær, sum líkist tær. Tað hevði verið ókey. Men tá eg veruliga geri eitt listaverk av tær, má eg fáa tína sál við - tað, sum er innanfyri.
Soleiðis sigur Tróndur Patursson í videosamrøðu við suðurafrikanska filmsliðið, Green Renaissance. Í stuttfilminum hugleiðir føroyski listamaðurin um sína list og um sítt arbeiði.
- Eg haldi, eg eri frælsur. Tí eg geri tað, eg havi hug til og eri heppin at hava eitt arbeiði, mær dámar, sigur hann
Umboð frá Green Renaissance vóru í Føroyum í september mánað við tí endamáli at finna áhugaverdar føroyingar, sum høvdu eina serliga kveikjandi søgu at fortelja. Tey gjørdu 12 ymsar stuttfilmar, og inntil víðari eru fimm av hesum 12 komnir út á netið.
Omanfyri ber til at síggja stuttfilmin um Tróndur Patursson.










