Tróndur og ævinleikin á Bryggjuni

Ævinleikin og náttúran í glasi og heimablandaðum litum eyðkenna fyrstu stakframsýningina hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmannahavn



Leygardagin letur upp fyrsta stakframsýningin við list hjá Trónda Patursson á Bryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin savnar seg serliga um nýggjastu glas- og málningalistina hjá listamanninum, har eyðkendu bláu, gulu, grønu og svørtu litirnir ganga aftur. 



Føroysk Action-painting

Eisini á hesi framsýningin snara myndevnini kring náttúruna – ikki sum ein roynd at herma ella eftirlíkna, men heldur sum spontanar, abstraherandi tulkingar, ið onkur hevur kallað føroysk action-painting.

Litirnir eru teir eyðkendu, heimablandaðu tempuralitirnir, oftast sterkt bláir, gulir og grønir, ið altíð spæla saman við og kring um svartar dýpdir. Sjálvur hevur listamaðurin kallað stílin eitt slag av nátturu-skrift.

Sum áskoðari kanst tú royna at avkota skriftina, sum ofta goymir gandakend menniskjaskap og umhvarvið av trøllsligum landsløgum, og harvið fáa eina kenslu av eini megi, ið vit ikki kunnu uppliva við vanligum viti og skili 



Mitt í ævinleikanum

Við á framsýningin eru eisini ein røð av glasverkum, sum ikki eru sýnd fram áður. Spurdur, hvør styrkin er við at brúka glas sum listarligt tilfar, hevur Tróndur Patursson víst á, at glas illustrerar fyri tað fyrsta betri dramaið í náttúruni. Meðan litirnir eru ein málningur í sær sjálvum, gevur glasið honum ein skulpturellan búna. Hartil kemur møguleikin at spæla við ljósið, sum gevur verkinum sína sál, sum hann tekur til.

Eitt av mest kendu glasverkunum hjá Trónda Patursson er sonevnda ”Kosmiska universið”, ið eisini er at síggja uttanfyri á Bryggjuni. Verkið er eitt rúm úr glasi, tú kanst fara inn í og uppliva eitt heilt serligt speglandi samspæl millum glas, ljós og litir.

Íblásturin til verkið fekk listamaðurin einaferð báturin, hann var í, var við at søkka. Manningin stóð í vatni upp um miðju í onkrum, sum tóktist sum ein ævi av havi og himmali. Tað er hendan kenslan av at vera í einum óendaligum rúmi, ið verður endurskapa í ”Kosmiska universinum”