HB vann sunnudagin 3-0 á Skála í 22. umfari í landskappingini, men sigurin kostaði eftir øllum at døma Tróndi Jensen steypafinaluna. Hann fór út við skaða longu aftaná níggju minuttir.
- Eg fekk eina avlevering og steðgaði á og skuldi fara eftir bóltinum, so føldi eg okkurt í knænum. Tað var ikki nøkur intens støða. Eg standi púra einsamallur, sigur Tróndur Jensen, ið enn ikki veit hvussu álvarslig støðan er.
- Tað er altíð ringt at siga, tá tað er knæ’ið. Eg fari til Danmarkar til tjekk í vikuni. Eg vóni ikki at tað er eins álvarsligt, sum tað hjá Hørði Askham. Eitt tað fyrsta tey spryja um, er um eg hoyrdi eitt knekk, men tað gjørdi eg ikki, sigur miðvallarin hjá HB.
HB verður eisini uttan Hørð Askham, sum hevur slitið krossbandið. Hann skal nú undir skurð og spælir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagið eina ferð í komandi kappingarári.
HB og Víkingur møtast í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.