Gamla strandfaraskipið Tróndur, sum hevur ligið á Skála, hevur slitið og »hevur lagt at landi« á Skipanesi...
Eygnavitni á Skipanesi siga, at hann er rikin á land, og at hann liggur og slær móti landi við síðuni til. Tað luktar eisini eitt sindur av olju uttanfyri.
Útvarpið visti at siga, at onnur skip eisini hava slitið á Skála, men at greiða ikki var á, hvussu støðan var við teimum.